Endaligt: Liverpool selt Coutinho til Barcelona

Philippe Coutinho er seldur til FC Barcelona

Bæði Liverpool og FC Barcelona hava í dag kunngjørt, at Philippe Coutinho skiftir frá Liverpool FC til FC Barcelona. Prísurin verður mettur at liggja um 880 milliónir krónur í útgjaldi, við møguleika fyri at koma upp á 1,2 milliardir krónur.

 

Les eisini: Coutinho til Barcelona í januar

 

Tað hevur leingi verið alment kent, at FC Barcelona vil hava Philippe Coutinho, eftir at felagið – óviljað – seldi Neymar Jr til Paris Saint Germain. Sambært Liverpool Echo, stóð Liverpool tvær ferðir ímóti í summar, tá katalanska stórfelagið bjóðaði upp á brasilska landsliðsspælaran.

 

Les eisini: Barcelona aftur eftir Coutinho

 

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, sigur í dag við blaðið, at felagið gjørdi alt tað kundi fyri at halda upp á spælaran. Eftir at sølan bleiv steðgað í summar, so hevur felagið roynt at yvirtalað Philippe Coutinho at halda fram í felagnum.

 

Les eisini: Tað gevur ikki meining

 

Í dag hevur Liverpool verið sett í samband við spælarar sum Riyad Mahrez (Leicester) og Thomas Lemar (Monaco). Philippe Coutinho verður á Camp Nou, tá FC Barcelona spælir móti Levante, og verður væntandi við, tá liðið spælir móti Celta Vigo seinni í komandi viku.

 

Lyklaspælarar rýma

Í Liverpool royna tey nú at slikka sárini, eftir at enn ein stjørna er farin úr felagnum í ótíð. Liverpool Echo vísir millum annað á, at síðani 2004 hevur felagið mist spælarar sum Michael Owen (Real Madrid), Xabi Alonso (Real Madrid), Javier Mascherano (FC Barcelona), Fernando Torres (Chelsea), Luis Suarez (FC Barcelona) og Raheem Sterling (Manchester City).

 

Philippe Coutinho er nú eisini ein av teimum, tí Liverpool ynskti ikki at selja hann, men má ásanna, at serliga risarnir í Spania eru torførir at halda vekk. Spurningurin er so um Liverpool megnar at fylla holið eftir Philippe Coutinho, ið kom til felagið í januar 2013, fyri smáar 80 milliónir krónur.