BUSSLEIÐIN
Málið um Bussleiðina hevur fingið rættiliga drúgva umrøðu seinastu vikurnar. Ábendingar eru um, at enn eru ikki allar súðir syftar. Mótmælini hava eisini verið nógv frá serstakliga bussførarunum. Hesir kenna seg illa viðfarnar í sambandi við avgerðina hjá býráðnum.
Minnilutin í Tórshavnar býráð vildi eisini á seinasta býráðsfundi at lurta var eftir bussførarunum, og bíðað varð við avgerðini um bussleiðini.
Jan Christiansen, borgarstjóri, og meirilutin í býráðnum helt, at mótmælini komu ov seint, tí avgerðin um útbjóðingina er tikin, og nú skudli støða takast til eitt tilboð.
Tað eru Mouritsens bussar, ið eiga lægsta tilboðið. Samráðingarnar millum Mourtisens bussar og býráðið ganga so mikið væl, at Jan Christiansen sigur seg rokna, at komið verður undir land longu í hesi vikuni, t.e. í dag, fríggjadagin.
Í treytunum fyri at koyra bussleiðina í Tórshavnar kommunu stendur m.a., t talan skal vera um nýggjar bussar, sum ikki eru eldri enn tvey ár, tá teir koma inn í skipanina, og ongantíð gerast eldri enn 12 ár.
Verandi bussar, ið verða nýttir til bussleiðina í løtuni, verða eisini nýttir í framtíðini. Talan er í alt sjey bussar til leiðirnar í Havn, og tveir bussar til leiðirnar uttanfyri Havnina, t.e. 4/4x.
Sambært tekniskudeild á býráðnum eru 8 bussar í Havn sum nú er, harav 6 eru nýggir bussar. Tann, ið fær bussleiðina at røkja skal keypa allar bussarnar, ið longu verða nýttir til bussleiðina í Tórshavnar kommunu.
Í framtíðini verður bert talan um teir eyðkendu reyðu bussarnar, ið fara at koyra í kommununi. Áður hava Bygdaleiðir røkt ein part av uppgávuni fyri býráðið.
Onga viðmerking
Mourtits O. Mouritsen, sum er stjóri og ein av eigarunum av Mouritsens bussum, sigur seg ikki hava nakra viðmerking til málið um bussleiðina.
?Tú kanst venda tær til býráðið, men vit gera onga viðmerking, sigur Mourits O. Mouritsen.
Hann sigur tó, at einki er avgjørt enn, og teir skulu til forhandlingar við býráðið í næstum.
Mouritsens bussar átti lægsta boðið, tá bussleiðin í høvuðsstaðnum varð boðin út. Saman við Gundurs bussum var tilboðið aljóðandi 10,7 milliónir uttan Mvg fyri allar leiðirnar.
Nú skulu forhandlingarnar vísa, um býráðið og entrepenørarnir kunnu standa við sítt.
Heldur ikki Gunnleif Danielsen, eigari av Gunnleifs bussum, hevur nakra viðmerking til støðuna sum hon er nú.










