Tað er nú greitt, at G! verður aftur á Gøtusandi í summar. Eftir góða og langa viðgerð hevur nevndin fyri G! gjört av, at festivalurin verður hildin í summar. Hetta verður tjúgundi ferð, at G! verður og tað fara tey at hátíðarhalda, siga fyrireikararnir í eini fráboðan í morgun. Festivalurin verður 15. - 17. juli.
Tey siga, at 2000 atgongumerki eru longu seld og seinastu 2000 atgongumerkini verða nú lögd út til sölu. Atgongumerki til tjalding, kamping og annað verða lögd út 11. mai.
– Stöðan er nú somikið trygg, at vit hava gjørt av at halda fram við fyrireikingunum, sigur Sigvör Laksá, stjóri á festivalinum. Avgerðin verður fyrst og fremst bygd á, at vit ikki hava Koronu í Föroyum og at tað tí ikki átti verið nakað til hindurs fyri vit kunnu savnast 4000 fólk, uttandura.
– So hóast tilmælini enn siga, at ikki fleiri enn 500 fólk kunnu samlast, kunnu vit ikki bíða meira eftir boðum frá myndugleikunum, sigur Sigvör.
– Festivalurin hevur eina fíggjarætlan upp á 5.5 milliónir og 1800 fólk eru á ymsan hátt virkin í skapanini av festivalinum. Praktisku fyrireikingarnar til festivalin krevja nógva tíð og orku, so nú leggja vit til brots og miðja eftir at gera okkara besta festival nakrantíð.
Hóast óvissuna hava fyrireikararnir arbeitt leingi við fyrireikingunum. Útlitini fyri longri uttanlandsferðum eru kanska ikki heilt góð enn, men soleiðis sum stöðan er í Föroyum, eigur ikki nakað at verða til hindurs fyri, at vit í Føroyum kunnu fáa ein góðan festival, sigur hon
Nógv kend növn eru á skrá til G! í summar. José González, Asaf Avidan, Tessa, Katatonia okkara egna Eivör og enn fleiri növn verða kunngjörd í næstum.