Síðsta umfarið í FM í talvi fyri lið verður í Klaksvík í dag. Fyrstu leikirnir verða fluttir kl. 11.30, og tað eru trý lið, sum hava møguleika at ogna sær FM heitið:
Sandavágur hevur 23,0 stig, Klaksvík hevur 20,5 stig, og Havnin hevur 20,0 stig.
Sandavágur hevur ongantíð áður vunnið FM í talvi, men í dag mugu sandavágsmenn metast at vera stórfavorittar.
Uppgávan hjá sandavágsmonnum er stór. Teir skulu dystast ímóti Havnar Telvingarfelag, sum fyri viku síðani var serliga væl mannað, tá ið havnarmenn vunnu 2,5 - 1,5 á klaksvíkingum.
Um havnarmenn skulu vinna FM fyri nøsini á favorittunum, so er neyðugt hjá HT at vinna 3,5 stig ímóti sandavágsmonnum.
Møguleikin hjá klaksvíkingum, sum skulu hitta meistararnar úr Vestmanna, er, at Havnin spælir javnt ella vinnur á Sandavági, og at Klaksvíkar Talvfelag vinnur á vestmenningum við trimum stigum meiri, enn sandavágsmenn vinna ímóti havnarmonnum.
Støðan undan 10. og síðsta umfari:
Sandavágur 23 stig
Klaksvík 20,5 stig
Havnin 20,0 stig
Vestmanna 19,0 stig
Klaksvík 2 13,5 stig
Havnin 2 11,0 stig
10. umfar
Havnin - Sandavágur
Vestmanna - Klaksvík
Havnin 2- Klaksvík 2
Eisini í hinum deildunum verður síðsta umfarið telvað í Klaksvík í dag.
Telvað verður í fimleikarahøllini í kl. 11.30.