Nú verður endabresturin í estetiskum fimleiki, tí leygardagin verður Føroyameistarakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn, har gentur, unglingar og kvinnur skulu kappast.
10 lið hava meldað til kappingina. Tey eru frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk.
Kappingin byrjar klokkan 15.00
heiðursmerkir verða handað nummar 1-2 og 3, og steyp verður givið til ognar hvørjum bólki sær.