Sum vanligt, endar liðkappingin í talvi við einum ordans endabresti, tá øll talvini í øllum deildum verða telvað á einum og sama stað, sum hesa ferð er fimleikarhøllin í Klaksvík. Byrjað verður leygarmorgunin klokkan 11.30, og Talvsambandið hevur heitt á allar telvarar um at møta í góðari tíð, so byrjast kann stundisliga.
Serliga í 1. deild er ein teoretiskur møguleiki fyri, at endin kann gerast spennandi, hóast ásannast má, at Sandavágur liggur so mikið væl fyri, at tað skal vilja sera illa til hjá oddaliðnum, eydnast ikki at vinna so mikið, at tað røkkur til meistaraheitið.
Støðan í 1. deild undan seinasta umfarinum er tann, at Sandavágur er á odda við 23 stigum, Klaksvík 1 hevur 20½ stig, Havnin 1 hevur 20 og Vestmanna 1 hevur 19 stig. Leygardagin skal Sandavágur 1 telva ímóti Havnini 1, meðan hinir báðir dystirnir eru Vestmanna 1-Klaksvík 1 og Havnin 2-Klaksvík 2.
Reglur fyri umdyst
Av tí støðan í 1. deild kann gerast tann, at meira enn tað eina liðið endar ovast við flest stigum, samstundis sum somu lið eisini kunnu enda við somu dystarstigum, hevur kappingarleiðarin skorið út í papp, hvussu reglurnar eru, um tað heila endar á jøvnum.
Endar tað so javnt, má umdystur til fyri at finna endaliga vinnaran, og tá telva liðini fyrst ein dyst við kviktalvi. Stendur framvegis á jøvnum verður enn ein dystur, men hesa ferð við snartalvi, og nú verður hildið á at telva, til annað liðið vinnur.
Reglurnar fyri annað og triðja pláss eru tær somu, um tað eisini skuldi staðið á jøvnum har, so lættari skal vera at avgreiða heiðursmerkini, nú alt er samlað á einum stað í hesum seinasta umfarinum í liðkappingini.










