Enda við galla-kvøldi

Bæði vaksin og børn hava í ár møguleika at runda hondbóltsárið av við stórum gallakvøldi

Jákup Mørk


Eftir at seinastu landskappingardystirnir á hesum sinni vórðu leiktir leygardagin, fingu allir fyrstudeildar leikarar hjá ymsu feløgunum tillutað atkvøðuseðlar, har leikararnir skuldu gera av, hvønn tey hildu vera bestu leikararnar í kappingini.

Ætlanin við hesum er, at ársins leikarar á ymsum plássum skulu kjósast, og verður avdúkingin av hesum á stórum gallakvøldi, sum verður í høllini á Læraraskúlanum komandi vikuskifti.

Líknandi tiltak var eisini hildið fyri einum ári síðani, og fyrireikararnir úr H71 vóna, at undirtøkan í ár verður eins góð og hon var fyri einum ári síðani, tá leikarar úr nærum øllum feløgum gjørdu sítt til at hava eina hugnaliga løtu, har tosað var um alt tað, sum fyrifórst í farna kappingarárinum.


Eisini børnini

Tað eru tó ikki bara tey vaksnu, sum á henda hátt hava høvi at takka fyri seg. Sum nakað nýtt hevur Neistin tikið stig til at skipa fyri gallakvøldi fyri yngru leikararnar.

Elinborg, sum er limur í foreldrabólkinum hjá Neistanum, sigur frá, at tey í ár ætla at geva yngru leikarunum høvið til at hittast, nú kappingarárið hjá teimum er lokið.

Ætlanin við hesum er fyrst og fremst, at leikararnir skulu fáa høvið at læra hvønn annan betur at kenna. Vanliga hittast børnini bert, tá dystur er á skránni, og aloftast er tá neyðugt at seta beina kós móti heimstaðnum, so skjótt dysturin er lokin.

Skráin fyri tiltakið er longu løgd, og børnini kunnu uttan iva vænta eina bæði stuttliga og spennandi løtu. Til matna verður smyrjibreyð og sodavatn, og undir borðhaldinum verður tað Johan í Kollafirði, sum kemur at standa fyri undirhaldinum.

Seinni skulu luttakararnir ætlandi hyggja at videoupptøkum, sum sýna ymisk kiks, sum eru farin fram á hondbóltsvøllum, og dansur verður sjálvandi eisini á skránni.

Vælumtókti tónleikabólkurin, Tangz, fer at spæla á tiltakinum, og eisini verður Krit at hoyra. Krit er ein nýstovnaður bólkur, sum er settur saman av næmingum úr Kommunuskúlanum í Havn.


Atgongumerki

Ætlandi skal tiltakið vara í einar tríggjar tímar, og er tíðarætlanin løgd soleiðis, at øll børnini hava møguleika at koma aftur og fram sama dag.

Leygardagurin, 15. apríl, er ásettur at verða dagurin, tá tiltakið ferð av barkastokki, og verður klokkan 15.00.

Sølan av atgongumerkjum er byrjað, og er seinasta freist fyri hesum mikudagin, tá fólk vera í neistahølinum, har atgongumerkini verða seld. Kostnaðurin er 70 krónur fyri hvønn leikara, men tó sleppa systkin við á veistluna fyri 100 kr.

Eingin forðing er fyri, at leikarar eisini hava vinfólk við sær, og við hesum vónar foreldrabólkurin, at eisini børn, sum ikki spæla hondbólt, fáa hug at koma við á veitsluna.