Listastevna
Hevði henda sýningin, ið nevndist "Oileán" , fingið størri umrøðu frammanundan er lítið at ivast í, at Norðurlandahúsið hevði verið fullsett. Tað var ikki bara ein vakur og fjølbroyttur leikur við øllum tí, ið krevst fyri at fáa kenslurnar í kók, tað var eisini ein leikur við søguligum innihaldi, sum fekk heimligar klokkur at ringja. Evnið var nevniliga lívið í útoyggj, hvussu stríðið var fyri at yvirliva og hvussu fólkið á Great Blasket Island í Írlandi livdi fyri meira enn 50 árum síðani, til oyggin bráddliga gjørdist manntóm. Tað vekir tankar og kenslur um, hvussu verður á útoyggj í Føroyum í framtíðini ? um søgan fer at endurtaka seg her eisini!
Tað var írska fólkatjóðleikhúsið "Siamsa Tire", sum í umleið 2 tímar bergtók føroysku áskoðararnar. Lat tað tó verða sagt beinavegin, at hetta er ikki tað professionella írska tjóðleikhúsið, sum kanska onkur hevði fingið fatan av undan sýningini. Talan er um amatørleikhús, sum kortini ikki smæðist burtur. Tað kundu áskoðararnir eisini vátta, tá teir 24 írarnir bergtóku við sínum sangi og eyðkenda írska dansi og við eini pallmynd og ljósføring, sum fekk tað at síggja sera professionelt út. Vit fara í Sosialinum seinni í vikuni at nema við sjálva søguna í leikinum, eina lagnusøgu, sum eisini er áhugaverd fyri okkara egnu tíð.
Aftaná sýningina í Norðurlandahúsinum var samkoma í Sjónleikarhúsinum, har m.a. høvi varð at hitta írsku leikararnar. Á samkomuni takkaði stjórin í Norðurlandahúsinum og forkvinna í Listastevnustýrinum, Helga Hjórvar øllum, luttakarum, áskoðarum og stigtakarum fyri eina sera góða stevnu og handaði blónutyssi til Oddvu Nattestad, sum hevur verið formaður fyri Listastevnuna 2003. Og síðani handaði hon formansskapin fyri Listastevnuni 2004 víðari til Birgir Kruse.