Ein einsamallur dystur hevur í kvøld verið leiktur í næstbestu deildini hjá monnum.
Dysturin var í Leirvík, har næstbesta liðið hjá Víkingi tók ímóti næstbesta liðnum hjá AB.
Undan dystinum var trýstið á útiliðnum AB, sum helst skuldi hava trý stig, um teir skuldu gera sær vónir um at yvirliva enn eitt ár í næstbestu deildini. Teir høvdu undan dystinum átta stig upp til Víking á triðniðasta plássinum.
Men eftir dystin er munurin millum liðini óbroyttur. Dysturin endaði nevniliga við 1-1 javnleiki, sum eisini var hálvleiksstøðan í dystinum.
Tað var heimaliðið Víkingur sum legði seg á odda 1-0, tá verjuleikarin Hjalti Strømsten skallaði eitt hornaspark í netið. Men stutt áðrenn hálvleik javnaði Teitur D. Olsen fyri AB við góðum skoti.
Í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini møguleikar fyri at fáa avgerandi málið í dystinum, har heimaliðið Víkingur tó hevði eina lítla yvirvág í spælinum.
Úrslitið ber tí við sær, at AB helst flytir niður í 2.deild komandi kappingarár, soleiðis sum støðan sær út nú.