Endaði við fráboðan

Veðurlagsráðstevnan í Keypmannahavn endaði í morgun við einari fráboðan, sum 26 lond hava standa aftanfyri. Hini londini hava tikið fráboðanina til eftirtektar, og tey skulu nú hvørt í sínum lagi taka støðu til, um tey taka undir við fráboðanini ella ikki.

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, var fyri hvøssum atfinningum í nátt frá menningarlondunum. Sjálvur heldur hann, at danir kunnu vera stoltir av ráðstevnuni, hóast fráboðanin ikki fekk fulla undirtøku, tí Sudan og nøkur lond í Miðamerika eru ímóti.

Forsætisráðharrin vónar, at hini londini fara at taka undir við fráboðanini.