Tá Fuglafjarðar kommuna álegði eitt vørugjald á landing av uppisjóvarfiski vildi Havsbrún ikki gjalda, tí teir meta, at skipini eiga rokningina. 1. januar 2008 legði Fuglafjarðar kommuna eitt vørugjald á landing av uppisjóvarfiski. Hetta boðaði kommunan frá í skrivi til Havsbrún 12. desember 2007, men Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún greiddi í rættinum frá, at borgarstjórin, Sigurð Simonsen, í telefonsamrøðu hevði sagt, at hetta ikki kom at merkjast hjá Havsbrún, tí skipini skuldu gjalda.
Hetta stríðir kortini mótir øllum siðvenjum, tí sum sakførarin hjá Fuglafjarðar kommunu vísti á, so er tað móttakarin av vøruni, sum eigur at gjalda vørugjaldið.
Sambært Bergur Poulsen var vørugjaldið íroknað útflutningsgjaldið, sum virkið rindar, tá teir flyta lýsi og mjøl út. Hetta er kortini ikki ein avtala, sum Sigurð Simonsen kennir nakað til.
Málið fríggjadagin var kortini bert ætlað at avgera spurningin um, hvør rætti saksøkti var. Hesin spurningurin var kortini tengdur saman við restini av málinum, og dómarin avgjørdi tí at útseta málið til einaferð í januar, so verjin hjá Havsbrún kundi fyrireika seg til annan partin av málinum.
Sum nevnt verður málið tikið upp til avgreiðslu í januar mánað.









