Tað var tætt og stórur dramatikkur, tá ið 10-mannaførini kappaðust í Hósvík í gjárkvøldið.
Fyri triðju ferð á rað eydnaðist tað Klaksvíkingi at vinna. Hesaferð var tað í sera tættari kapping við Ormin Langa.
Viljin at vinna er øgiligur, og bátsformaðurin á Klaksvíkingi, 19 ára gamli Magnus Michaelsen, legði so nógv fyri, at hann eftir øllum at døma ovtók seg.
-Eg varð í ørviti og í síðstu tøkunum megnaði eg ikki at seta á. Eg spýði, og tað var neyðugt hjá bátsfeløgunum at stuðla mær í land. Pulsurin fór ikki niður aftur, og boð vórðu send eftir sjúkrabili, sum flutti meg á landssjúkrahúsið. Her eri eg kannaður upp á allar mátar.
Tey siga, at einki bagir, og at eg ivaleyst ovtók meg í gjárkvøldið, sigur Magnus Michaesen av landssjúkrahúsinum.
Hann verður útskrivaður eftir døgurða.
– Læknarnir siga, at eg eri frískur, og eg ætli mær at venja saman við bátsfeløgunum í kvøld, sigur Magnus Michaelsen.
Longri samrøða við Magnus og eisini við bátsformannin á Sølmundi eru í Sosialinum, sum verður prentaður seinnapartin.