Endaði javnt í Vági

VB-Stjørnan 21-21 (12-10)

VB hongur væl og virðiliga við í stríðnum um at vinna seg ájavnt Neistanum í fremstu kvinnudeildini.

Í dag hevði VB vitjan av Stjørnuni, og tað var um reppið, at VB helt báðum stigunum eftir í Vági.

Fyri steðgin var VB fyri tað nógva omaná, og tó at Stjørnan var á odda eina løtu móti dystarenda, so var VB næst sigrinum. Seinasta álopið hjá Stjørnuni bar tó tvær útvísingar til VB við sær. Og tann seinna av hesum gav eisini brotskast, sum Simona Petersen sendi í kassan.

Simona Petersen var eisini besti málskjúttin hjá Stjørnuni í dystinum. Hon skeyt 9 mál, og tað gjørdi Daiva Toumaite eisini fyri VB.

 

Á stigatalvuni er VB enn nummar trý við 12 stigum fyri 10 dystir. Neistin er enn nummar tvey við 14 stigum fyri 10 dystir, men VB eigur tveir heimadystir til góðar móti Neistanum. Stjørnan er greitt á odda við 19 stigum fyri 11 dystir.