Enda fótbóltin við manér

Sosialurin og Rás2 skipa fyri ársins fótbóltsveitslu í samstarvi við Bowlinghøllina á Hálsi í Havn.

Allir spælarar í Vodafonedeildini, 1. deild kvinnum, nevndarlimir, venjarar og hjálparfólk og dómarar eru boðin við til Ársins Fótbóltsveitslu. Hesi kunnu tekna seg til veistluna, við at senda ein teldupost til: fotboltsveitsla@sosialurin.fo, innan mikudagin 1. oktober. Navn og eftirnavn skal viðmerkjast í teldupostinum.

 

Tað er Sosialurin, sum stendur fyri atkvøðugreiðsluni, og tey, sum greiða atkvøðu, eru sum vant liðskiparar og venjarar hjá ymsu feløgunum.

 

Virðislønirnar, sum verða lætnar á gallakvøldinum, eru:

Ársins stjørnuskot

Ársins leikari

Ársins málverji

Ársins venjari

Ársins dómari