En-Tek í Fuglafirði fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 9. oktober 2012 umhvørvisgóðkent En-Tek í Fuglafirði.

Tað boðar stovnurin frá.

Virkið fer at móttaka skrotkáplar frá ymsum el-virkjum í Føroyum, umframt IRF og KB. Á virkinum verða káplarnir skildir og kliptir í handaligar longdir, og síðani koyrdir í ein granulator, sum knúsar teir sundur í smábitar, og skilur sundur plast og kopar. Koparið verður samlað upp í tunnur og sent av landinum til endurvinningar. Plastið verður sent til IRF til brenningar.

Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at virksemið ikki er til ampa fyri grannalagið og at alt burturkast skal handfarast í samsvari við galdandi reglur um burturkast, og skal latast til góðkendan móttakara.

Góðkenningin kann kærast, og tað skal gerast í seinasta lagi 7. november, sigur Umhvørvisstovan.