Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett stjóra Emmy Joensen sum stjóri á Sernámsdeplinum og Jan Christiansen sum skúlastjóra til Skúlanum á Trøðni.
Emmy Joensen er sett í starvið sum stjóri á Sernámsdeplinum frá 1. januar 2011. Emmy er 51 ára gomul. Hon hevur læraraprógv og hevur síðani nomið sær kandidatútbúgving í pedagogik t.e. cand. pæd. frá Danmarkar Pedagogiska Universiteti, umframt ymisk eftirútbúgvingarskeið innan leiðslu og fyrisiting.
Emmy hevur starvast í fólkaskúlanum í 15 ár, fyrst sum lærari og síðani sum skúlastjóri, og hon hevur eisini royndir sum nevndarlimur í Føroya Lærara¬felag. Hon hevur í fleiri ár starvast í Mentamálaráðnum bæði sum starvs¬fólka¬leiðari og sum fulltrúi á fólkaskúla¬deildini m.a. við ábyrgd av tí sernámsfrøðiliga økinum.
Emmy Joensen hevur áður verið virkandi stjóri á Sernámsdeplinum í hálvtannað ár fram til 1. januar 2010, tá hon aftur tók við fulltrúastarvinum í Mentamálaráðnum.
Jan Christiansen er settur aftur í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni frá 1. januar 2011. Jan er 52 ára gamal. Hann hevur læraraprógv og hevur síðani nomið sær serlæraraútbúgving í Norra, sum hann gjørdi lidna í Føroyum sum tali- og hoyrilærari. Jan hevur eisini tikið leiðsluskeið, og onnur viðkomandi skeið.
Jan hevur royndir at undirvísa bæði børnum og vaksnum sum lærari í fólkaskúlanum og á kvøldskúlanum, og hevur havt skeið fyri avvarðandi í teknmálsfrálæru.
Síðani 1982 hevur Jan starvast á Skúlanum á Trøðni, fyrst sum lærari og síðani 2005 sum skúlastjóri í tíðaravmarkaðum starvi. Jan hevur eisini royndir sum borgarstjóri og sum býráðslimur, umframt sum stýrislimur í ymiskum skúlum og stovnum.
Stjórarnir skulu saman við starvsfólkunum á stovnunum, Mentamála¬ráðnum, Almannamálaráðnum og øðrum verða við til at menna og endurskoða hetta starvsøki, sum fevnir um børn og ung við skerdum førleikum. Landsstýriskvinnan ynskir stjórunum hepna hond við at leggja til rættis og samskipa hetta sera týðandi øki.