Emma Winther 90 ár

Tann 4. februar 2008 fyllir Emma Winther 90 ár. Emma er dóttir Dáva úr Gerðum hjá Óla-Klokker og Armgaard hjá Óla hjá Karl á Vágsheygnum. Ella Emma er dóttir Johan David og Armgaard Joensen úr Klaksvík.

Emma er triðja í røðini av tíggju systkjum. Øll systkini búsettust í Klaksvík uttan Emma.


Emma fór longu í 1932 sum 14 ára gomul niður til Danmarkar at ganga á preliminerskúla, sum tað tá kallaðist. Síðani tók hon studentsprógv og las seinni til lækna.


Hetta var byrjanin til nøkur annarleiðis og til tíðir hørð ár. Emma slapp ikki heim fyri kríggið, og las tí til lækna undir krígnum – Hon kom ikki heim aftur at verða, fyrr enn í 1954 sum kommunulækni í Fuglafirði.


Emma Winther hevði ein virknan, strævnan og langan arbeiðsdag í Fuglafirði og grannabygdunum har um vegir. Tá vóru vegirnir ikki so væl útbygdir, sum nú. Hon mátti tí ofta langa leið upp um fjøll til gongu ella við báti á sjúkravitjan í fjarlagdar leiðir.


Hon fekk bil og fór at læra seg at koyra. Men undir einum venjingartíma var hon ov kvik at rætta uppaftur og fór av vegnum í seinasta svinginum í Gøtudali, áðrenn tú kemur til Fuglafjarðar. Meir skuldi ikki til, og hon hevði eitt sving uppkallað eftir sær: Winthers´sving!


Seinni varð hetta svingið tikið úr vegaskránni hjá Landsverk, og vegurin gjørdur beinur niðan gjøgnum Gøtudal. Við hesi beinu strikuni falla so søguliga svingið eisini burtur og navnið við. Men Emma hevur verið kend fyri at gera ógongdar leiðir gongdar – Hevur eitt sving verið eftir vegnum ella ein hindring, hevur hon bara beint hesi av vegnum.


Hon legði nógv fyri og gjørdist kend sum ein røsk, dugnalig, nærløgd, ábyrgdarfull og serstakliga fyrikomandi kvinna.


Hon gjørdist jú eisini landskend við áhugaverdu sjónvarpssendingin: “Hon leyp á leistum” og seinni útvarpssendingini í fýra pørtum, sum greiddu frá hennara serstaka og annarleiðis lívsleið.


“Hon leyp á leistum” er eitt sera beinrakið heiti um hesa megnar kvinnu, sum bráð av lyndi fekk nógv av skafti. Vítt var um at fara, og ofta vóru boð eftir henni. Tó misti hon ikki fótafestið og skynsemið.


Júst skynsemið hevði hon so serstakt. Dugdi streym, og visti alt um veður og vind, sum vóru neyðug atlit at taka í starvi hennara.


Í hennara starvstíð var stress ella strongd ikki uppfunnið. Tað er at undrast á, at hon ikki legðist fyri av teimum mongu, ótespiligu uppgávunum, sum henni var fyri. Tær kravdu so nógv av henni sum menniskja og nógv av tíð hennara.


Einaferð skuldi hon hjálpa dóttur síni at føða í Fuglafirði. Hetta endaði við keisaraskurði á loftinum í doktarahúsunum í Fuglafirði.


– Jú, Emma var av sonnum ein sálarhirði, almannastova og lækni; alt um somu leið.


Onkur hevur sagt um Emmu, “Bert at hoyra hennara rødd var lekidómur”..


Øll tóku væl í móti Emmu og vóru blíð og góð við hana. Ikki minst grannarnir fløvaðu við onkrum góðum bita ella eini køku, tá ið teir vistu, at hon nú aftur hevði verið langa leið. Settu ein bita stillisliga inn um gáttina, sum var henni kærur eftir ein langan dag ella eina langa ferð.


Tosar tú við Emmu, sigur hon ofta frá teimum góðu døgunum í Fuglafirði og har um vegir. Har hon kendi seg væl og er takksom fyri blíðskap og gott vinalag.


Jú, Emma kann av røttum rætta ryggin, nú hon fyllir 90 og minnast á góðar dagar í Fuglafirði, har hon var í 27 ár. Hon rundaði sín læknagerning av við at vera nøkur ár á Landssjúkrahúsinum og gavst sum lækni 72 ára gomul.


Emma er enn sera gløgg, skrivar ein hóp og samskiftir nógv umvegis telduna. Sendir tú henni eitt sms; so svarar hon tær aftur! Hevur júst endurnýggjað sær koyrikortið. Og tað kemur meir enn so fyri, at onkur enn søkir sær læknaráð hjá Emmu.


Góða Emma! Hjartaliga tillukku við degnum!


Fuglfirðingur