Emma úr M’as Bluesband vunnið nógv á tombola

Hon gjørdist heimskend í Føroyum, tá hon saman við øðrum á sinni mannaði bólkin M’as Bluesband. Emma Vágoy var farin á ólavsøku, har hon savnaði fløskur og spældi tombola.

Tað noyðist ikki at vera dýrt at fara á ólavsøku. Summi koma enntá ríkari út aftur hinumegin ólavsøkuna. Ein av teimum er Emma Vágoy, sum hevur savnað fløskur fleiri ólavsøkur á rað.

 

- Eg kom oman her aftaná nátturða, og ætli mær at savna fløskur til á leið kl. 23, sigur Emma, sum hevur savnað nokk so nógvar fløskur.

 

- Eg havi tveir fullar beriposar nú, og eg havi longu selt fyri einar 130 krónur, sigur Emma, ið er farin einsamøll út at savna. Hetta var á leið kl. 19 í kvøld, so fløskurnar og pengarnir eru uttan iva blivnir fleiri síðani.

 

Men hvat ætlar Emma so at brúka allar pengarnar til? Jú, á ólavsøku spælir man tombola. Ið hvussu so er fyri eitt sindur av pengunum.

 

- Fyrr í dag spældi eg nokk so nógv tombola, og eg havi eisini vunnið nógv. Í einum teilendskum tombola vann eg eitt flott ljós, og í einum øðrum vann eg ein urtapott við kunstigum blómum. Eisini vann eg eina køkudós. Eg haldi, at alt, sum eg vann, er ordiliga pent, og eg eri ordiliga glað fyri tað, sigur Emma.

 

Alt er tó ikki gingist eftir vild hjá Emmu í dag.

 

- Eg royndi skjótibásan, men har vann eg onki.

 

Emma hevur verið noydd til at lært seg at liva við at vera kend aftur á gøtuni síðani M'as Bluesband. Men tað hevur ikki verið torført at vant seg við.

 

- Tað er ordiliga stuttligt. Eisini á ólavsøku tá fleiri steðga mær og heilsa upp á meg, sigur Emma, sum fyri nøkrum árum síðani dagliga var at hoyra í útvarpinum við landapláguni Babu og øðrum hittum.