"Emma Maersk" mist heimsmetið

Síðani 2006 hevur "Emma Maersk" verið heimsins størsta bingjuskip, men nú er "Marco Polo" hjá franska reiðarínum CMA CGM farið av bakkastokki, og tað er uppaftur størri.

"Marco Polo" er ikki so langt og heldur ikki líka breitt sum "Emma Maersk", men brúgvin á tí franska skipinum er fremri, og tað ger, at tað er pláss fyri fleiri bingjum umborð á "Marco Polo". Sambært blaðnum Søfart tekur tað franska skipið 16.200 bingjur og tað danska 15.550.

Men longu næsta summar tekur Maersk Line heimsmetið aftur. Tá fær tað danska reiðaríið tað fyrsta skipið av fimm, og hvørt teirra tekur 18.300 bingjur.

Eins og "Marco Polo" verða skipini hjá Maersk Line bygd í Suðurkorea.