Eminent melankoli frá Marius

 Aftaná nakrar snøklar við trummuteknikkinum í byrjanini gekk framúr, og Marius og co. diskaðu upp við tí framúr melankoliini, ið vit eru vorðin von við frá teimum.

Hóast Marius hevur verið at hoyrt tríggjar ella fýra ferðir hvørt summar í nøkur ár, so skerst ikki burtur, at talan er um ein mest væl samanspældu og svingandi bólkunum, ið Føroyar hava at bjóða uppá, og tað var skjótt at síggja, at áhoyrararnir høvdu hug at syngja við.

Tað hoyrist eisini væl, at talan er um rutineraðar tónleikarar, og neyvan var ein tóni ella eitt trummuslag, ið var við síðuna av.

Tað ger tað heldur ikki verri, at tað sæst at tónleikararnir hugna sær. Serliga Allan Tausen trívist væl á pallinum, og tað følist eisini aftur í fjøldini, tá tónleikararnir liva seg inn í framførsluna.

Millum allar teir kendu sangirnar hjá Marius, so sum Nærveran, Silvurlín og Aftur til Jørðina, so framførdu teir eisini Eye in the Sky hjá Alan Parsons Project, og sigast má at teir royna seg eins væl við løgunum hjá øðrum sum hjá sínum egnu.