17 ára gamla danska gentan, Emilie Meng, sum hvarv á veg til hús sunnunáttina 10 juli er offur fyri eini brotsgerð.
Tað sigur Sydsjællands og Lollands-Faster Politi, sum hevur havt tíðindafund í málið í kvøld, eftir at líkið av gentuni varð funnið í gjár.
Tað var ein sum gekk og lufta hundi sínum, sum gekk sesg fram á líkið av Emilie Meng við Regnemarks Bakke í Borup í Køge Kommunu.
– Vit vita, at Emilia hevur ligið út á stðanum í rímuliga langa tíð, sigur Søren Ravn-Nielsen, kanningarleiðari hjá løgregluni.
Midt- og Vestsjællands Politi upplýsti fyrr í dag, at løgreglan í gjár, jólaaftan, hevði fingið boð um, at líkið varð funnið.
Líkið varð koyrt til Retsmedicinsk Institut til nærri kanningar.
Løgreglan upplýsir, at tey ikki standa á berum í málinum.










