Tá Norrøna legði at í Føroyum fyri eini viku síðani, var 20 ára gamli Emil Bjarnaskorð við umborð. Síðani august mánaði í 2011 hevur Emil Bjarnaskorð verið í Århus í Danmark á eini uppvenjingarmiðstøð, og ikki fyrr enn nú er hann so mikið birgur, at til bar at koma á vitjan í Føroyum í nakrar dagar.
- Emil er ótrúliga glaður fyri at kunna koma á vitjan í Føroyum og síggja familju, vinir og kenningar aftur. Hetta er stórt fyri okkum øll, sigur Sunniva B. Simonsen, sum alla hesa tíðina hevur verið hjá soninum í Danmark.
Samskiftir við teldu
Tað var á Summarfestivalinum í fjørsummar, at tann tá 19 ára gamli Viðareiðisdrongurin fekk okkurt ókent rúsevnið í seg og fall í óvit. Alt fyri eitt bleiv hann fluttur til Danmarkar til viðgerðar. Læknarnir kundu tá staðfesta, at Emil Bjarnaskorð hevði fingið ein blóðtøpp í heilan, men teir duga framvegis ikki at siga, hvat slag av rúsevni, hann hevði fingið í seg.
Emil Bjarnaskorð kann í dag hvørki ganga ella tosa, men er við sítt fulla vit.
- Hóast hann ikki kann røra seg eins og fyrr, so er hann aftur tann sami drongurin og júst soleiðis, sum hann altíð hevur verið, sigur mamman og heldur fram:
- Emil er væl fyri eftir umstøðunum, vil eg siga, og hann ger lítil framstig alla tíðina. Hann situr í el-drivnum koyristóli, tí hann fær ikki rørt seg sum vanligt. Armarnar fær hann rørt eitt lítið sindur og tað sama við beinunum, greiðir mamman frá.
Hóast Emil Bjarnaskorð ikki kann tosa, kann hann samskifta við fólkini rundan um seg.
- Hann hevur eina teldu, sum hann brúkar. Tá hann vil siga okkurt, skrivar hann við eygunum á telduna, og so tosar teldan fyri hann, fortelur mamma Emil, sum eisini fegnast um, at sonurin nú somuleiðis kann samskifta við vinfólkini aftur umvegis Facebook.
- Nú fylgir hann við í øllum, ið fyriferst, og hevur dagligt samband við vinfólkini heima í Føroyum.
Læknarnir lova einki
Nakað eftir at Emil Bjarnaskorð varð fluttur til Danmarkar til kanningar, kom hann á kendu uppvenjingarmiðstøðina á Jyllandi, Hammel Neurocenter. Og her hevur hann sín gerandisdag.
- Emil býr á uppvenjingarmiðstøðini, og hvønn dag venur hann millum tríggjar til fýra ferðir um dagin, sigur Sunniva B. Simonsen, sum sjálv hevur fingið eina íbúð tætt við at búgva í, meðan hon er hjá soninum í Danmark.
Hvussu leingi tey koma at verða í Danmark, er ilt at siga.
- Vit vita ikki reiðiliga, hvussu leingi vit koma at vera í Danmark, men væntandi ganga nakrir mánaðir afturat, tí sum nú er, eru umstøðurnar ikki, til at Emil kann koma heimaftur, sigur mamman, sum samstundis vísir á, at sonurin fegin vil heimaftur til Føroya at búgva.
- Sjálvur sigur hann seg vilja koma heim, og kanska fáa eina íbúð at búgva í. Tað besta hevði verið, um hann kundi búð á Viðareiði, men eg veit ikki, um tað verður møguligt, greiðir mamman frá.
Í løtuni taka tey ein dag í senn og gleðast um tey smáu framstigini, sum eru.
- Vit fáa ikki gjørt annað. Eingin sigur nakað beinleiðis við okkum, og læknarnir og tey, sum eru um hann á Hammel, royna at uppbyggja heldur enn niðurbróta. Læknarnir hava ikki beinleiðis sagt, at Emil ongantíð fær fullan førleika aftur, men teir hava heldur ikki lovað okkum nakað.
Býr á Hotel Norð
Hesar dagarnar, Emil Bjarnaskorð vitjar í Føroyum, býr hann á Hotel Norð á Viðareiði. Við sær hevur hann tveir fylgjarar.
- Umstøðurnar heima hjá okkum eru ikki tær bestu til koyristólin, fylgjararnar og ymsa útgerð, sum Emil hevur brúk fyri, so tí býr hann á hotellinum nú, meðan hann er heima, sigur Sunniva B. Simonsen, sum tó hevur sonin heima við hús á vitjan so at siga hvønn dag, meðan hann er í Føroyum.
- Vit hava gjørt onkrar broytingar við húsið, soleiðis at tað er lættari hjá Emil at koma inn og koyra í koyristólinum inni í húsinum, fortelur mamman. Eitt nú hava tey gjørt eina rampu uttanfyri høvuðsdyrnar, og gjørt onkrar hurðakarmar størri.
Hesar dagarnar, Emil Bjarnaskorð hevur verið í Føroyum, hevur nógv fólk verið og vitjað.
- Hann var móttikin av ógvuliga nógvum fólkum uttan fyri Hotel Norð, tann dagin vit komu norður, og tað var sjálvandi stuttligt, sigur Sunniva B. Simonsen.
Tað eru fleiri orsøkir til, at Emil Bjarnaskorð og mamman vitja í Føroyum júst nú. Umframt at hann ikki fyrr enn nú er so mikið birgur, at hann kann ferðast, var bæði barnadópur og føðingardagur á skránni, hesar dagarnar tey eru í Føroyum.
- Hósdagin fyllir Emil 21 ár, men tann dagin fara vit niðuraftur, so vit valdu at halda føðingardagin seinasta fríggjakvøld á Hotel Norð. Eg haldi, at Emil hevði omanfyri 200 gestir hetta kvøldið, fortelur Sunniva B. Simonsen, sum fegnast um góða stuðulin, sum sonurin allatíðina hevur fingið.
- Vit høvdu øll ein góðan føðingardag, og Emil er eisini ótrúliga glaður fyri dagin.
Vita einki enn
Líka síðani lagnukvøldið í augustmánaði, tá Emil fall í óvit og fekk blóðtøpp í heilan, hevur tað verið ógreitt, júst hvat tað var, sum hendi.
- Læknarnir duga ikki at siga, hvat tað var fyri eitt evni, sum Emil fekk í seg, og teir vita heldur ikki, um talan yvirhøvur er um rúsevni, sum hava verið orsøk til blóðtøppin. Eg veit ikki, um vit nakrantíð fáa at vita, akkurát hvat fór fram hatta kvøldið, greiðir mamma Emil frá.
Eitt er hon tó vís í. Sonurin tók ikki nakað sjálvur.
- Vit hava sjálvandi tosað við Emil fleiri ferðir, og hann sigur, at hann hevði ikki tikið nakað sjálvur tað kvøldið, hann fall í óvit. So hvat tað er, sum er farið fram, veit eingin av okkum, og soleiðis fer tað kanska altíð at vera, sigur Sunniva B. Simonsen.
Í løtuni kunnu tey ikki gera annað, enn at taka ein dag í senn á Hammel Neurocenter og gleðast, tá onkur framstig eru.
- Emil hevur sína vanligu persónligheit, og tað er tað besta beint nú.










