B36 boðar frá, at 19 ára gamli Emil Weihe Joensen er aftur í barndómsfelagnum, eftir at hava roynt seg í Fuglafirði og á Skála. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála.
Emil Weihe Joensen er miðvallari og skifti í 2021 til ÍF, fyri at fáa spælitíð í bestu deildini. Í fjør skifti hann til Skála, har hann eisini fekk væl av spælitíð í bestu deildini.
B36 hevur seinastu vikurnar lagt fleiri spælarar afturat hópinum. Taufee Skandari, Jann Benjaminsen og Valerijs Sabala eru saman við Silasi Eyðsteinsson, Aroni Knudsen og Isaki Jönsson komnir til felagið, meðan Erlendur Magnusson er byrjaðu aftur eftir drúgvan skaða.
B36 spælir sunnudagin móti Víkingi í Sarpugerði.