Emil Thomsen stevnt útgevarunum av listabókini

Føroyska og danska forlagið, sum hava givið listabókina hjá Bárður Jákupsson út, verða kravd eftir tilsamans 200.000 krónum í endurgjaldi fyri at hava brúkt listaverk ólógliga

Emil Thomsen hevur latið Føroya Rætti eina stevning ímóti forløgunum, sum hava givið bókina Myndlist í Føroyum út.

Bókin er givin út bæði á føroyskum og donskum, og útgávufeløgini - Sprotin í Føroyum og Atlantia í Danmark - verða kravd eftir 100.000 krónum í endurgjaldi hvør.

Emil Thomsen krevur eisini, at forløgini verða dømd at viðurkenna fútaforboðið ímóti at bókin verður seld, og harafturat krevur hann, at rætturin ásetur revsing fyri lógarbrotið.


600 eintøk seld

Hósdagin fyri jól varð fútaforboð sett fyri, at nýggja listabókin hjá Barður Jákupsson varð seld í Føroyum.

Orsøkin til forboðið var, at í bókini vóru 9 listaverk hjá nólsoyinginum Steffan Danielsen endurgivin, uttan at Emil Thomsen, sum eigur rættindini til øll verkini hjá listamanninum, varð spurdur um neyðugu loyvini til at brúka myndirnar.

Emil Thomsen kravdi tí, at forboð varð sett fyri, at bókin kundi seljast, og hesum tók rætturin undir við.

Nýggja listabókin - sum er ein føroysk myndlistasøga - varð tí tikin av hillunum, júst sum jólasølan kom í hæddina seinastu dagarnar fyri jól, og hetta var ein smeitur fyri søluna. Føroyska útgávan av bókini seldi tó 600 eintøk, áðrenn hon varð bannað.


Dyggur smeitur fyri Sprotan

Skal fútaforboð kunna standa við, er neyðugt við eini stevning innan eina viku, eftir at tað er ásett, og hesa freistina helt Emil Thomsen.

Føroya Rættur hevur fingið stevningina, og nú verður bíðað eftir, at rætturin skal taka málið upp til dóms. Tað verður helst nakrar vikur inn í nýggja ári.

Føroyski útgevarin, Sprotin, kann enda við at fáa eitt stórt endurgjaldskrav, samstundis sum forlagið hevur mist part av søluni, og tað er dyggur smeitur fyri forlagið.

- 100.000 krónur ljóða kanska ikki av nógvum í tí stóra samanhanginum, men hjá einum lítlum forlagið sum okkara eru tað nógvir pengar, sigur Jonhard Mikkelsen, sum rekur forlagið Sprotan.


Endurgjaldskrav í tveimum

Endurgjaldskravið ímóti Sprotanum og danska forlagnum er býtt í tvey.

50.000 krónur verða kravdar sum endurgjald fyri sjálva misgerðina, at listaverkini vórðu brúkt uttan loyvi frá rættindahavaranum. Seinna helvtin er vanligt endurgjaldskrav, sum kann krevjast, um rættindahavarin kann ávísa ítøkiligt fíggjarligt tap.

Emil Thomsen hevur havt ætlan um at gera eina bók um Steffan Danielsen og hansara verk, og nú 9 listaverk hjá Steffani eru í listabókini, heldur hann, at hann hevur verið fyri fíggjarligum tapi.

Og sum seinasta slagið við stertinum kann sigast, at ætlanin var, at Bárður Jákupsson skuldi gera bókina um Steffan Danielsen.