Emil Thomsen fleiri rundar dagar í ár

27. november fylti Emil Thomsen bókaútgevari í Havn 88 ár

Hesin føðingardagurin verður vanliga ikki roknaður sum ein rundur føðingardagur, men í ár eru liðin 50 ár síðan Emil byrjaði sum sjálvstøðugur handilsmaður í 1953 og 35 ár síðan hann byrjaði sum bókaútgevari í 1968. Eisini er liðin 25 ár síðan hann bleiv kosin heiðursdoktari við lærda háskúlan í Lund í Svøríki. Hetta hendi við eitt stórt hátíðarhald 2. juni 1978.

Emil er føddur 27. november 1915 á Tvøroyri. Foreldrini vóru Nicolina, f. Niclassen, og Mads Thomsen, fiskiskipari.
Sum ungur tók hann hann preliminerprógv og handelsmedhjælpereksamen, sum tað kallaðist tá. Undir krígnum arbeiddi hann í Danmark..
Í 1953 byrjaði hann við egnari heilsølu og í 1955 fekk hann einkarumboð fyri svensku Elektrolux el- og hvítvørurnar. Hann hevði stóran handil í Bókbindaragøtu til 1985, tá hann lat Elektrolux umboðið til P/F Leif Mohr.

Í 1968 byrjaði Emil sum bókaútgevari og stovnaði bókaringin Bókagarður. Hann hevur gjørt eitt stórt slóbrótandi arbeið við at endurprenta og útgeva hópin av bókum og tíðarritum sum t.d. øll bindini av tíðarritinum Varðanum. Eisini hevur hann givið út tíðarritið Faroe Isles Review og Bókatíðindi.

Fyri síni mentanarligu avrik sum bókaútgevari hevur hann fingið fleiri heiðurslønir, hann bleiv t.d. útnevndur Fil. Dr. h.c.við lærda háskúlan í Lund í 1978 og fekk heiðursløn frá universitetinum Helsingfors í 1981.