Emil Olsen verður virkandi biskupur

Í viku 43 fara prestarnir í embæti á námsferð til Løgumkloster í DK.

Í viku 43 fara prestarnir í embæti á námsferð til Løgumkloster í DK. Umsitingin er við okkum á ferðini, skrivar folkakirkjan.fo.

 

Vit fara mánadagin 23. oktober og koma aftur fríggjakvøldið 27. oktober. Hesa vikuna hava vit eina vaktarskipan, so tað neyðuga verður avgreitt, skrivar folkakirkjan.fo, har nærri eisini verður upplýst um hvussu ein fær samband við umsiting og prest.

 

Lagt verður afturat, at um ivamál eru, kan ein venda sær til Emil Olsen  ið verður virkandi biskupur hesa vikuna.