Í januar fer Klaksvíkar Sjónleikarafelag til Havnar við Emil úr Lønnebergi. Leikur varð sýndur fyri 25. og seinastu ferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld - Vit hava spæl fyri skít fullum húsi allar hesar 25 ferðir, vit hava framført leikin, segði Rudolf Joensen, nevndarlimur í Klaksvíkar Sjónleikarafelag, tá leikararnir takkaðu fyri seg eftir seinastu framførsluna í kvøld.
- Men høvuðsstaðurin hevur gramt seg illa um sína alt ov lítlu kvotu, segði Rudolf Joensen eisini, tá hann bað havarfólkini fara suðuraftur og bera boðini um, at klaksvíkingarnir koma til Havnar við leikinum í januarmánaði, og hann verður framførdur í Norðurlandahúsinum.