Í dag bórust deyðsboðini av Emil Juul Thomsen í Nólsoy. Hann var 96 ára gamal, nú hann legði árarnar inn í gjár.
Emil Juul Thomsen var handilsmaður, men er serliga kendur fyri sítt mentanarliga virksemi við Bókagarði, sum hevur givið hópin av føroyskari list og skaldskapi út.
Vit Føroyingar eiga ikki sum t. d. frændur okkara fyri vestan so nógvar og virðismiklar fornar bókmentir. Men treyðugt so, at hóast mangt man vera farið fyri skeyti í farnum øldum, so hevur tað tó eydnast okkum at varðveita virðismiklar bókmentir á móðurmálinum frá teirri tíð, tá ið fór at spretta av álvara í bókagarði okkara, varð skrivað í Sosialinum, tá hann fylti 90 ár.
Víðari skrivaði Sosialurin:
Men her var tó tann mikli vansi, at hesar bøkur bert vóru atkomuligar hjá teimum fáu. Tú kundi kanska læna tær á bókasøvnum; men at læna er ongantíð tað sama sum at eiga, og tær vóru tí heldur ikki vorðnar fólkaogn, har tær vóru varðveittar.
Tað kann tí av sonnum verða sagt, at tað var í tøkum tíma og vorðið sum bragd, at hesin innibyrgdi bókaheimur umsíðir fekk mannin tann, sum við miklum áræði, dirvi og føðilandsalski setti Bókagarð á stovn seinnapartin í 60-árunum og við honum læt upp dyrnar á víðan vegg fyri øllum teim, ið bera tokka til móðurmálið og føroyska mentan!
Við Bókagarði eydnaðist Emili ikki bert at endurprenta dastið av mætastu bókaverkum okkara, men harumframt hevur tú sum eingin annar givið út eina mongd av navnframum týðingum og nýggjum bókmentum á móðurmálinum - tilsamans sløk 300 bókaheiti.
Tað sigst, at Emil fór frá einum blómandi handli, tá ið hann á sinni stovnaði Bókagarð, og at tað ikki var fyri peningaligan vinning, hann tá fór undir bókavirksemi sítt, tí tílíkan vinning kundi hann saktans fingið ólíka lættari á annan hátt.
Emil fer til gravar leygardagin úr Nólsoyar kirkju.










