Fuglafjørður: - Tað er gott at hava nervar. Tað skal man simpelthen bara hava!, sigur ungi sjónleikarin úr Klaksvík.
Hann er ein av mongum leikarum sum teir seinastu tríggjar mánaðirnar hava vant leikin um lívið á bóndagarðinum Kattholti, og um hvussu familjan hjá Emil livir undir støðugu hóttanum og mongu skálkabrøgdum hansara.
Í hesum døgum verður seinasta hondin løgd á venjing og ikki minst ta framúr snøggu pallmyndina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Í næstu viku verður frumframførslan av leikinum.
- Eg haldi ikki, at tað var so ringt at læra seg allar replikkirnar og sangirnar uttanat. Eg havi í øllum førum lært meg teir væl, sigur Hans Christiansen.
Leikurin krevur ein stóran pall, og tá hesin ikki er tøkur í Klaksvík varð avgjørt at framføra leikin í Fuglafirði.
Hvussu leikur er og hvussu leikur fer, fáa áskoðararnir at vita og síggja í komandi viku.
- Hetta er ein góð byrjan fyri meg sum sjónleikari. Eg kundi gott hugsað mær at farið víðari, sigur tann nýggi føroyski Emil úr Lønnebergi.
Upptøkuroyndir
Nú fer av álvara at nærkast til tann stóra dagin, tá Hans á fyrsta sinni skal á pall sum tann forvitni og mangan buldrasligi Emil úr Lønnebergi.
- Men eg eri ikki serliga nervøsur, sigur hann, meðan hann til æru fyri tíðindamannin fer í búnan og setir seg í víðagitnu smáttuna at telgja træfigurar.
At hann yvirhøvur kom so langt sum til at skula standa á einum palli, kann hann takka einum eldri vinmanni fyri.
Hesin visti um gávur hansara sum sjónleikari, hóast hann ikki áður hevði verið á palli. Tá hann fyrr í summar setti seg í samband við Hans við fyrispurningi um høvuðsleiklutin, var eingin ivi.
- Eg var akkurat staddur í Dávavirkinum, tá hann ringdi til mín. Og eg veit ikki, eg svaraði bara ja beinanvegin.
Í summar var hann so til upptøkuroyndir av ymiskum slagi, saman við fleiri øðrum møguligum evnum til henda krevjandi leiklutin. Og tað endaði við, at hann varð tann útvaldi!
- Nú gleði eg meg bara til hósdagin í komandi viku, sigur Hans Christiansen.
Ida í flaggstongini
Søgan um Emil úr Lønnebergi, í ótrúliga væl skrivaðu bókini hjá Astrid Lindgren, er væl kend millum føroysk børn og foreldur teirra.
Hesin ribbaldurin, sum forvoldi foreldrum sínum so nógvar plágur, man helst eisini eiga sínar javnlíkar her á klettunum. Um Hans ikki beinleiðis er ein slíkur, so kendi hann nógv til svenska vinmann sín og fyrimynd sína frammanundan.
- Ja, eg havi mangan hoyrt søgurnar um hann. Eg havi sæð hann í sjónvarpinum, og so eigi eg eisini tveir filmar við honum.
- Og eg haldi, at hann er ótrúliga stuttligur, slær tann nýggi Emil fast.
Sambært honum ger Emil sera illa fortreð, ger nógv býtt, er forvitin og argar illa, bæði foreldrini og hini á garðinum. Og ikki at gloyma ta yngru systrina Idu, sum í leikinum eisini verður hivað upp í eina flaggstong, júst sum í skaldsøguni hjá Astrid Lindgren.
- Nei, hann er ikki altíð so fittur við Idu, sigur Hans brosandi.
Hann eigur sjálvur ikki nakra systir, men ein beiggja. Og brøðrum so líkt, eru teir ikki altíð samdir um øll viðurskifti!
Ikki kúllaligur
Eitt er at vera ein vanligur 12 ára gamal drongur á Klaksvíksgøtum, og so at fara á pall og liva seg inn í leiklutin sum Emil úr Lønnebergi.
- Í fyrstuni var tað skeg at venja. Men tá vit so fingu búnarnar, bleiv tað enn skegari. Og tá vit so sluppu á sjálvan pallin her í Mentanarhúsinum, bleiv tað bara ordiliga gott.
- Og nú ið vit eru við at vera klár at spæla leikin, eru vit øll væl fyrireikað og sera spent, sigur Hans.
Í leikinum hevur hann sjálvandi sín fasta leiklut og sínar føstu replikkir. Men hvussu er at vera Emil uttan fyri pallin – er hann líka kúllaligur millum vinmenn sínar í Klaksvík?
- Noy, ikki ordiliga. Tað kann man simpelthen ikki!, staðfestir 12 ára gamli Hans.
Eg eri eg!
Hans og allir hinir leikararnir eru nú komnir so væl inn í leikin, at tey byrja at síggja fram til hósdagin í næstu viku.
Arbeitt verður framvegis við pallinum, men tær stóru linjurnar í leiki, sangi, búnum og pallmyndin eru við at vera komnar uppá pláss.
Fyri áskoðaran er tað helst eisini ein spurningur, um høvuðsleikarin megnar at vera Emil úr Lønnebergi á palli ta einu løtuna og Hans Christiansen úr Klaksvík ta næstu:
- Eg hugsi faktiskt ikki um tað: Eg spæli her á pallinum, og so er tað bara vanligt, tá eg komi til hús. Tá eri eg eg!










