Emi á gátt hjá Anniku

Kanadiska sendikvinnan vitjaði borgarstjóran í Havn

Kanadiska sendikvinnan, Emi Furuya, er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Í dag fekk leiðin á gátt á Ráðhúsinum í Tórshavnar kommunu, har borgarstjóri Annika Olsen tók ímóti. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni torshavn.fo.


Upplýst verður, at borgarstjórin og sendikvinnan viðgjørdu ymisk viðurskiftir í sambandi við hennara leiklut sum kanadisk sendikvinna í Keypmannahavn.


- Eitt nú ynskti hon at frætta um hvørjar avbjóðingar Tórshavnar kommuna stríðist við, og sum kundu verið viðkomandi fyri kanadisk viðurskifti. Serliga áhugað var hon í havnaútbyggingina, og hon var ovfarin av at síggja, hvussu væl føroyska infrakervi er skrúvað saman, skrivar torshavn.fo.


Harumframt umrøddu tær møguleikarnar fyri at betra um lestrarmøguleikar millum londini bæði, avbjóðingar og útbyggingar í sambandi við vaksandi ferðavinnuna, eldraøkið, skúlaøkið, barnsburðarfarloyvi o.a.


Emi Furuya er í landinum til hósdagin og skal millum annað hitta landsstýrismenninar í fiskivinnumálum og uttanríkis- og vinnumálum.