Nú rundanum vikuskiftið fer Embla Duo at hava tvær konsertir, eina í Norðurlandahúsinum sunnudagin og eina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mánadagin.
Tónleikararnir í Embla Duo eru Berit Juul Rasmussen, vinstrumegin, sum spælir klaver, og Christina Andersen, sum spælir fagott. Tær hava spælt saman síðani 1998. Tá vóru tær lesandi á Det Fynske Musikkonservatorium.
Á konsertunum sunnudagin og mánadagin fara tær at spæla verk eftir Camille Saint-Saëns, Kára Bæk, Leoš Janáček, Alexandre Tansman og Nino Rota.
|









