Embætismenninir skrivaðu svarið

Sambært kanningarstjóranum er tað ikki rætt, tá Kári P. Højgaard sigur, at kanningin fríkennir embætisverkið í Innlendismálaráðnum

 

Kári P. Højgaard hevur fleiri ferðir í dag sagt, at hann er sera fegin um, at kanningarstjórin í síni frágreiðing fult og heilt hevur fríkent embætisverkið í táverandi Innlendismálaráðnum. Bæði við Rás2, Útvarpið hjá Kringvarpinum og við Dag & Viku hevur fyrrverandi landsstýrismaðurin sagt, at tann parturin, har tað verður mett, at hann hevur brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna, var í tí førinum, tá hann tók avgerð sjálvur.

 

Hetta verður eisini ført fram av Jógvan Páll Lassen, sum var hjásitari hjá Kára P. Højgaard undir kanningini, men páhaldið verður afturvíst av kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft Hansen.

 

Tvørturímóti vísir hann á, at Kári P. Højgaard bað teir báðar embætismenninar skriva eitt uppskot til svar til ein grein 52 fyrispurning frá Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen. Svarið varð skrivað, og tað varð góðkent av Kára P. Højgaard, men svarið tók ikki atlit til upplýsingarnar, sum Landsverk hevði givið Innlendismálaráðnum.