Embætisfundur um flogvøllin

Í gjár hittust umboð fyri Vinumálastýrið, danska ferðslumálaráðið og Statens Luftfartsvæsen at tosa um flogvallarmálið, og hvat skal henda frameftir fríggjarliga og ferðsluliga

Tá Nyrup Rasmussen í ár var í Føroyum, játtaði hann m.a. at kanna viðurskiftini viðvíkjandi flogvøllinum í Vágum soleiðis, at føroyingar møguliga kunnu yvirtaka flogvøllin.

Síðani tá hevur Landsstýrið onki frætt um málið, fyrr enn nú embætisbólkurin vitjaði.

Í gjár var fyrsti fundurin millum donsku og føroysku embætisfólkini, og hetta er framhald av fundinum 11. juli, sum Finnbogi Arge, landsstýrismaður, og Sonja Mikkelsen, ferðslumálaráðharri, hildu í Danmark.

Arbeiðssetningurin er at fáa til vega avgerðargrundarlag fyri hvørjar íløgur skulu gerast á flogvøllinum og hvør skal reka hann í framtíðini.

Embætisbólkurin skuldi í gjár tosa um teknisku viðurskiftini viðvíkjandi flogvøllinum og hvat skal gerast frameftir.

Finnbogi Arge sigur, at embætisnevndin skal kanna í hvørjum standi flogvøllurin er og hvørjar íløguætlanir skulu gerast.

Eisini skulu framtiðarútlit viðvíkjandi ferðsluni frameftir og metingar um fíggjarútlitini gerast.

? Ætlanin er at fáa málið avgreitt í ár, og møguliga at fáa semju um yvirtøkuna, sigur Finnbogi Arge, sum í mánaðarskiftinum fær vitjan av Sonju Mikkelsen, ferðslumálaráðharra.

Tá verður fundur millum Vinnumálastýrið og ferðslumálaráðharran um tað, sum skal henda frameftir við flogvøllinum í Vágum.