Millum móttakararnar av teldubrævinum hjá Hesuferð, sum hevur verið heitt evni seinastu dagarnar, er ein av nærmastu embætisfólkunum hjá løgmanni.
Talan er um Kate Sanderson, sum starvast á uttanlandsdeildini á Løgmansskrivstovuni.
Tá løgmaður fríggjadagin sendi út ávaring ímóti innihaldinum í teldubrævinum hjá Kjartan Hoydal, sendi hann samstundis sjálvt teldubrævið út eisini.
Millum teir stívliga 50 móttakarnar av teldubrævinum var emæbtiskvinnan á Løgmansskrivstovuni, men hon heldur, at talan er um eitt mistak.
? Kjartan Hoydal hevur jú boðað frá, at brævið var sent út til nógv fleiri fólk, enn hann ætlaði. Tí er tað eisini eitt mistak, at eg havi fingið brævið, sigur Kate Sanderson.
? Eg og Kjartan kennast væl. Vit hava samstarvað nógv ? millum annað í sambandi við ymsar ráðstevnur. Tí hevur hann teldupostadressuna hjá mær, og hon er onkursvegna endað á listanum yvir móttakarar av brævinum frá Hesuferð.
Ikki fyrstu ferð
Løgmaður kennir seg sannførdan um, at teldubrævið frá Hesuferð var sent júst teimum persónunum, sum tað var ætlað.
Tað heldur hann, at eitt líknandi teldubræv frá átakinum Hesuferð prógvar. Tað teldubrævið var sent av øðrum persóni í Hesuferð í februar mánaði, men móttakararnir vóru so at siga júst teir somu, sum í teldubrævinum frá farnu viku.
? So kann tað teldubrævið eisini verða sent skeivum persónum, heldur Kate Sanderson.
Hon heldur, at ein onnur frágreiðing kann verða, at maður hennara er við í Hesuferð, og at tey onga privata teldupostadressu hava havt.
Løgmaður hevur onga viðmerking til, at starvsfólk í hansara umsiting er millum móttakararnar av nógv umtalaða teldubrævinum, sum hann hevur ávarað ímóti.