EMA: Shakira var besta kvinnan

Shakira, ið planet.fo hitti á tíðindafundi leygarkvøldið, vann í Lissabon virðislønina sum besta kvinna. Hon sá veruliga tikin av bóli út. Hon segði, at hon slettis ikki hevði væntað hetta.

Hon hevði tí onga røðu. Seinni á kvøldinum fór hon á pallin og framførdi lagið Dont Bother.