EM24 upptakt: Kroatia er fótbóltstjóð

EM24: Við Luka Modric á odda hevur Kroatia prógvað, at tað er ein fótbóltstjóð

Mynd: Luka Modric er stjørnuspælarin hjá Kroatia

Fyri sættu ferð upp í slag er Kroatia við til eitt EM-endaspæl. Tað eru fleiri kend andlit í hópinum hjá Kroatia. Luka Modric, Mateo Kovacic og Ivan Perisic eru allir við enn. Luka Modric spælir kanska ikki sum fyrsta dagin, men 38 ára gamli miðvallarin avger framvegis dystir. Mateo Kovacic hevur skift til Manchester City og har er hann helst ikki blivin ein verri spælari. Ivan Perisic hevur verið skaddur í seinastuni og er útleigaður frá Tottenham til kroatiska Hajduk Split. Helst fyri at fáa spælitíð.

 

Stjørnuspælarin er uttan iva fyrrverandi Ballon d’Or vinnarin Luka Modric. 38 ára gamli miðvallarin hjá Real Madrid hevur spælt yvir 170 landsdystir. Hann er liðskipari, spælskipari og tann stilli leiðarin. Tað vóru tey, sum væntaðu, at Luka Modric fór at gevast eftir HM í 2018. Nú er spurningurin, um hetta yvirhøvur er hansara seinasta kapping.

 

Sum heild er talan um nógvar royndar spælarar. Tað eru spælarar við yvir hundrað dystum, tað eru spælarar, sum hava spælt yvir 50 dystir, og aftur spælarar, sum hava væl av landsliðsroyndum.

 

Venjarin og liðið

 

Eisini venjarin hevur nógvar royndir. Zlatko Dalic tók við í 2017 og hetta verður fjórða endaspælið hjá roynda venjaraunum. Hann stóð á odda fyri bragdinum í 2018, tá Kroatia til HM í Russlandi vann seg í finaluna, sum teir tó taptu móti Fraklandi. Til HM í 2022 í Katar kom Kroatia aftur langt. Hesa ferð vunnu teir bronsu. Tað hevur ikki eydnast Kroatia at koma líka langt í einum EM-endaspæli. Bestu úrslitini eru frá 1996 og 2008, tá Kroatia kom í fjórðingsfinalurnar.

 

Við verjuspælarum sum Josko Gvardiol og Josip Stanisic, ið klára seg væl við ávikavist Manchester City og Bayer Leverkusen, einum miðvølli við Mateo Kovacic og Luka Modric og einum álopi við 29 málslúkinum Andrej Kramaric, so ber ikki til at avskriva, at hetta verður EM-endaspælið, har Kroatia fær sítt stóra úrslit.

 

Tað er trongt at sleppa úr hesum bólkinum, tí Kroatia er kroyst millum Spania og Italia. Tað er ongin orsøk at avskriva Kroatia enn, men fyribils eru teir ikki favorittar at koma víðari frá bólkaspælinum.

 

Føroyar hava ongantíð spælt móti Kroatia. Vit hava spælt móti gamla Jugoslavia, sum tá fevndi um Kroatia og fleiri spælarar, ið seinni umboðaðu Kroatia. Føroysk feløg hava spælt móti kroatiskari mótstøðu. Millum annað B68 í 1993, sum spældi móti Croatia Zagreb.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Dominik Livakovic (Fenerbahce)

 

Ivica Ivusic (Pafos)

 

Nediljko Labrovic (Rijeka)

 

Verjuspælarar:

 

Domagoj Vida (AEK Athen)

 

Josip Juranovic (Union Berlin)

 

Josko Gvardiol (Manchester City)

 

Borna Sosa (Ajax)

 

Josip Stanisic (Bayer Leverkusen)

 

Josip Sutalo (Ajax)

 

Martin Erlic (Sassuolo)

 

Marin Pongracic (Lecce)

 

Miðvallarar:

 

Luka Modric (Real Madrid)

 

Mateo Kovacic (Manchester City)

 

Marcelo Brozovic (Al-Nassr)

 

Mario Pasalic (Atalanta)

 

Nikola Vlasic (Torino)

 

Lovro Majer (Wolfsburg)

 

Luka Ivanusec (Feyenoord)

 

Luka Sucic (RB Salzburg)

 

Martin Baturina (Dinamo Zagreb)

 

Álop:

 

Ivan Perisic (Hajduk Split)

 

Andrej Kramaric (Hoffenheim)

 

Bruno Petkovic (Dinamo Zagreb)

 

Marko Pjaca (Rijeka)

 

Ante Budimir (Osasuna)

 

Marco Pasalic (Rijeka)

 

Venjarin: Zlatko Dalic (Kroatien)

 

Skráin:

 

Spania – Kroatia (Leygardagin 15. juni klokkan 17.00)

 

Kroatia – Albania (Mikudagin 19. juni klokkan 14.00)

 

Kroatia – Italia (Mánadagin 24.juni klokkan 20.00)

 

Mynd: Luka Modric er stjørnuspælarin hjá Kroatia