Ungarn helt lív í hálvfinaluvónini við 29-26 (14-13) sigri á Kroatia í EM-millumbólki 1 í Köln.
Fyrr í dag vann Frakland í sama bólki 39-32 (17-14) á Íslandi. Klokkan 19.30 byrjaði dysturin millum Týskland og Eysturríki.
Frakland hevur seks stig, Ungarn hevur fýra stig, Eysturríki hevur trý stig, Týskland hevur tvey stig, Kroatia hevur eitt stig, meðan Ísland einki stig hevur.
Ungarn - Kroatia 29-26 (14-13)
Ungarn : Bence Imre 7, Richard Bodo 5, Mate Lekai 4, Gergo Fazekas 3, Gabor Ancsin 3, Bence Banhidi 2, Bendeguz Boka 2, Dominik Mathe 1, Adrian Sipos 1, Zoran Ilic 1.
Kroatia : Tin Lucin 5, Filip Glavas 5, Zvonimir Srna 3, Luka Klarica 3, Igor Karacic 3, Mateo Maras 2, Veron Nacinovic 2, Tomislav Kusan 1, Marin Jelinic 1, Luka Cindric 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Ungarn og Kroatia:
##med2##
22/1 klokkan 14.30: Kroatia-Ísland
22/1 klokkan 17.00: Frakland-Eysturríki
22/1 klokkan 19.30: Týskland-Ungarn
24/1 klokkan 14.30: Eysturríki-Ísland
24/1 klokkan 17.00: Frakland-Ungarn
24/1 klokkan 19.30: Týskland-Kroatia