Svøríki vann EM bronsudystin móti Týsklandi í Lanxess Arena í Köln 34-31. Í fyrra hálvleiki var Svøríki greitt betra liðið, og teir vóru á odda 18-12 í steðginum. Spælið haltaði tó meir í seinna hálvleiki, og Týskland megnaði at koma upp á 29-30. Men tá syrgdi Andreas Palicka við nøkrum rimmar bjargingum at Svøríki reið stormin av. Felix Claar staðfesti eisini við átta málum og nógvum uppleggum til mál, at hann er besti svenski leikarin í hesum endaspælinum.
Umframt kærkomnu bronsu sleppur Svøríki eisini at kappast í olympiska endaspælinum í París í summar.
Svøríki - Týskland 34-31 (18-12) - EM bronsudystur
Svøríki: Felix Claar 8, Sebastian Karlsson 7, Jonathan Carlsbogard 3, Hampus Wanne 3, Albin Lagergren 3, Jim Gottfridsson 3, Oscar Bergendahl 2, Lukas Sandell 2, Max Darj 1, Lucas Pellas 1, Eric Johansson 1.
Tyskland: Renars Uscins 8, Johannes Golla 4, Lukas Mertens 4, Juri Knorr 3, Julian Koster 3, Philipp Weber 2, Christoph Steinert 2, Timo Kastening 2, Jannik Kohlbacher 2, Kai Hafner 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Svøríki og Týskland:
##med2##