EM VIDEO: Portugal vann á Slovenia í millumbólki 2

(Video) Portugal vann annan dystin á rað, meðan Slovenia tapti annan dystin á rað í EM-millumbólki 2

Sterku slovenarnir brúktu sínar vøddar til at vinna teprar sigrar á Føroyum og Noregi í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Men í millumbólki 2 røkka slovensku vøddarnir ikki móti framúr tekniskt dugnaligum liðum.

 

Fyrradagin tapti Slovenia 22-28 (7-11) fyri Svøríki, og fyrr í dag tapti Slovenia 30-33 fyri einum sera vælspælandi portugisiskum liði, ið var á odda 18-17 í steðginum.

 

Klokkan 17 byrjaði dysturin millum Noreg og Niðurlond. Klokkan 19.30 verður ein rimmar uppgerð millum donsku heimsmeistararnar og svensku evropameistararnar.

 

Danmark, Svøríki og Portugal hava fýra stig hvør, Slovenia hevur tvey stig, meðan Noreg og Niðurlond einki stig hava undan dagsins dystum.

 

Slovenia-Portugal 30-33 (17-18)

 

Slovenia: Peter Sisko 7, Nejc Cehte 5, Aleks Vlah 4, Kristjan Horzen 4, Domen Novak 3, Tadej Mazej 2, Jure Dolenec 2, Miha Zarabec 2, Stas Jovicic 1.

 

Portugal: Martim Costa 11 (dagsins leikari), Leonel Fernandes 5, Francisco Costa 4, Salvador Salvador 3, Pedro Portela 3, Antonio Areia 2, Luis Frade 2, Rui Silva 2, Miguel Martins 1.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Slovenia og Portugal:

 

##med2##

 

 

 

21/1 klokkan 14.30: Slovenia-Niðurlond

 

21/1 klokkan 17.00: Svøríki-Portugal

 

21/1 klokkan 19.30: Noreg-Danmark

 

23/1 klokkan 14:30: Niðurlond-Portugal

 

23/1 klokkan 17.00: Slovenia-Danmark

 

23/1 klokkan 19.30: Noreg-Svøríki