Hóast íslendingar vunnu 26-24 (14-8) á Eysturríki í EM-millumbólki 1 í Köln fyrr í dag, so gjørdist talan um ein ov lítlan sigur hjá Íslandi at røkka olympiska endaspælinum í París í summar.
Franski 35-32 (20-18) sigurin á Ungarn merkir, at Ungarn, Eysturríki og Ísland enda øll á fýra stigum. Og av tí, at Ungarn hevur vunnið á Íslandi, Ísland hevur vunnið á Eysturríki, og Eysturríki hevur vunnið á Ungarn, so er tað málmunurin sum telur. Og har er Ísland ringast fyri av teimum trimum liðunum. Tað er 25-33 tapið fyri Ungarn, ið kostar Íslandi dýrt í hesum roknskapinum. Ungarn hevur málmunin null, Eysturríki hevur minus seks og Ísland hevur minus 10. Sostatt endar Ísland á fimta plássinum í bólkinum, og hevur mist møguleikan at røkka olympiska endaspælinum í París.
Eysturríki - Ísland 24-26 (8-14)
Eysturríki : Tobias Wagner 7, Robert Weber 5, Mykola Bilyk 4, Boris Zivkovic 3, Lukas Hutecek 2, Markus Mahr 1, Sebastian Frimmel 1, Lukas Herburger 1.
Ísland : Sigvaldi Guðjónsson 8, Aron Pálmarsson 7, Viggó Kristjánsson 3, Haukur Thrastarson 3, Elliði Viðarsson 2, Janus Daði Smárason 2, Ómar Magnússon 1.
Klokkan 19.30 í kvøld spæla Týskland og Kroatia. Fær Týskland stig í dystinum møta teir Danmark í hálvfinaluni komandi fríggjakvøld.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Eysturríki og Ísland:
##med2##