Størsti netmiðilin í Noregi, VG andar lættan nú Noreg saman við Slovenia hevur vunnið seg víðari til millumumfarið í EM-endaspælinum úr innleiðandi bólki D.
Tað gjørdist veruleiki aftaná 28-32 (15-15) tapið hjá Føroyum fyri Pólandi.
Men so kemur VG við hesum rósandi orðunum til Føroyar: - Tað føroyska liðið fekk triðja dystin á rað ein svakliga stóran stuðul frá áskoðaraplássunum. Í teirra fyrsta endaspæli hevur hendan tjóðin ríkað EM við framúrskarandi hondbólti, stoltleika og samanhaldi. Enn eina ferð vartaði stjørnuleikarin, Elias Ellefsen á Skipagøtu upp við eminentum spæli. Tað sama gjørdi høgri vongurin, Hákun West av Teigum. Unglingarnir skutu ávikavist 10 ella níggju mál. Skrivar VG.











