EM fyri landslið, ið eftir ætlan verður í Fraklandi í summar, var eftir øllum at døma eitt mál hjá yvirgangsbólkinum, ið framdi deydligu yvirgangsálopini í París í november og Brússel í mars.
Tað er franska blaðið Libération, ið veit at siga, at Mohamed Abrini, ið varð handtikin í síðstu viku, hevur greitt myndugleikunum frá hvørji mál yvirgangsbólkurin ætlaði at loypa á.
Í avhoyringum skal hann hava viðgingið, at ætlanin aldrin var at loypa á Brússel, men heldur at fremja yvirgang í samband við altjóða fótbóltskappingina í Frakland í summar.
Nýggju avdúkingarnar taka tó ikki fronsku løgregluna á bóli.
- Tað er einki nýtt í søguna, at yvirgangsfólk ynskja at loypa á EM. Trygdarfólk gjøgnumganga longu allar hugsandi støður, so teir eru klárir um okkurt skuldi hent, sigur ein løgreglumaður við franska blaðið.
EM kappingin í summar verður hildin í tíggju býum kring Frakland í døgunum 10. juni - 10. juli.








