Seinnapartin leygardagin sat føroyska ítróttartjóðin á nálum. Mundi tað fara at eydnast hjá fremsta ítróttarfólki okkara, Páli Joensen úr Vági, at vinna seg upp á heiðursmerkjapallin, nú hann í Stettin í Pólandi luttók í EM kappingini.
Favorittgreinin var á skránni leygardagin, tá ið Pál Joensen endaði á fimta plássi í 1500 metra kappingini.
Jón Bjarnason, venjarin, var ikki heilt nøgdur. Á facebook segði hann soleiðis ígjár:
Ein tungur dagur eftir niðurtúrin í gjár. Men besta tíð í 200m frí í morgun uttan drakt sindur uppá tað heila. Nú er so bert »Kontinent dysturin« í Atlanta at fáa frá hondini, og so nakrar dagar frí.10 kilometra venjing í dag, og so ferðast í allan morgin »over there«.
Sum Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum roknaði við í vikuskiftisblaðnum, so var tað Pál Joensen, sum legði bragdligast fyri, og tað gekk eina góða løtu soleiðis, sum Jon Hestoy vónaði, at tað fór at gera, um vánirnar hjá Páli at vinna skuldu vera stórar. Føroyski svimjarin legði seg á odda, og hann økti støðugt um leiðsluna.
Danski Mads Glæsner, sum svimur í USA, vann kappingina. Eftir 300 metrar var Pál Joensen 1,4 sekund frammanfyri danan, eftir 500 metrar, ella tá ið ein triðingur av teinum var lagdur aftur um, var munurin 1,5 sekund, og so tók at styttast. Tá ið 600 metrar vóru farnir, var munurin 1,37 sekund, eftir 700 metrar 0,98 sekund, eftir 800 metrar 0,53 sekund, og tá ið teir høvdu svomið 900 metrar, var Mads Glæsner 0,34 sekund frammanfyri Pál Joensen.
Harvið var staðfest, at hóast Pál Joensen hevði hildið seg til taktikkin, sum varð roknaður at vera tann rætti, um úrtøkan skuldi verða føroyskt heiðursmerki og kanska av gulli, so miseydnaðist kappingin, sum roknað verður við føroyska dreyminum.
Eftir 1500 metrar var tíðin hjá Mads Glæsner 14.29.88, og tíðin hjá Pál Joensen var 14.37.83. Síðsta partin av teinum stungu tveir aðrir svimjarar seg fram ímillum teir báðar: Sergiy Frolov úr Ukreina kom næstfremstur á mál í tíðini 14.35.22, og Rocco Potenza úr Italia kom á mál í tíðini 14.36.31.
Meðan hesir kappaðust, øktist fagnaðurin so við og við sum millumtíðirnar vóru kunngjørdar. Tað komst av, at tíðirnar hjá hesum garpunum, sum við tilmeldingartíðunum høvdu kvalifiserað seg í a-finaluna, vóru lakari, enn tíðin hjá besta svimjaranum í b-finaluni, sum hevði verið fyrrapartin.
Tíðin hjá vinnaranum av b-finaluni var 14.29.81 ella 0,07 sekund frammanfyri Mads Glæsner. At fagnaðurin gjørdist so ovurstórur komst av, at talan var um pólska stjørnusvimjaran Mateusz Sawrymowicz, sum frammanfyri heimaáskoðarunum vísti, at hóast tilmeldingartíðin hjá honum ikki var nóg góð til at røkka í a-finaluna, so var hann betri fyri enn allir kappingarneytarnir, og harvið vann hann 1500 metra kappingina 8,02 sekund frammanfyri Pál Joensen, sum endaði á fimta plássi.
Góð íløga
Sjálvandi var Pál Joensen vónbrotin av, at endastøðan ikki var betri enn fimta plássið. Inn til fyri ikki so langari tíð síðani hevði verið púra óhugsandi, at ein føroyingur skuldi røkka so fram í kapping millum teir allar bestu í Europa, men avrikini hjá Páli fyrr í ár hava víst, at tað er ikki burtur við at rokna hann millum teir bestu.
– Tað plagar at roynast lakari hjá mær um vetrarnar enn um sumrarnar. Tíðin hesa ferð var betri, enn hon áður hevur verið, tá ið eg havi kappast í buksum og ikki í draktini, sum hevur verið bannað síðani á nýggjárinum í fjør, og eg síggi kappingina sum góða íløgu fram ímóti stóra málinum, ið er olympisku leikirnir, sum vera í London næsta summar.
Í dag eru Pál Joensen og venjarin Jón Bjarnason á veg yvir um Atlantshavið. Seinni í vikuni skal Pál kappast á europeiska liðnum ímóti USA. Tann kappingin verður í Atlanta í Georgia. Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Pál í gjárkvøldið, at tað ikki skal roknast við, at tíðirnar hjá honum fara at vera orduliga góðar í USA.
Jon var kløkkur
Formaðurin í Svimjisambandinum, gamli meistarasvimjarin Jon Hestoy, sigur seg vera ovfarnan av, at tíðirnar í a-finaluni leygardagin ikki vóru betri, enn tær vóru:
– Undan kappingini vísti eg á, at um Pál skuldi vinna, so var neyðugt hjá honum at svimja 1500 metra teinin í 14.20-14.30. Tað vísti seg at vera rætt. Men tað kom púra óvart á meg, at besta tíðin í b-finaluni skuldi verða betri enn besta tíðin í a-finaluni. Tað hevði eg als ikki roknað við. Ferðin í a-finaluni vísti seg at vera væl lægri, enn tað frammanundan kundi roknast við. Hví tað gekk soleiðis, dugi eg ikki at siga, sigur Jon Hestoy.
Hann heldur ikki, at avrikið hjá Páli á nakran hátt var kiksað, um tað ber til at siga tað soleiðis:
– Vit leingjast eftir, at okkara stjørna skal røkka heilt upp á tindin, og eg ivist ikki í, at tað fer at eydnast. Men vit vita eisini, at tað er so tætt, at hann bæði hevur møguleika at vinna og at enda á fimta ella sætta plássi. Sammett við undanfarnu kappingar er tíðin hjá Páli batnað 10 sekund, og tað er væl meiri, enn hon er tað hjá kappingarneytunum. Vinnaratíðin hjá Mads Glæsner er tann sama, sum hann vann við í Dubai fyri einum ári síðani. Tað er hugaligt, at nógva venjingin hjá Páli sæst aftur í tíðunum, og eg eri samdur við Páli Joensen í, at EM kappingin var góð íløga í framtíðina. EM í 50 metra hyli verður í mai. Eg veit ikki, um Pál verður við í tí kappingini. Tað valdast um, hvussu hann og venjarin halda, at hetta passar inn í fyrireikingarnar til ultimativa málið, ið eru olympisku leikirnir frá 27. juli og til 12. august næsta ár, sum Pál longu hevur kvalifiserað seg til, sigur Jon Hestoy.