20 ára gamli Bayern München miðvallarin, Aleksandar Pavlovic fær ikki høvið at umboða Týskland í EM-endaspælinum í fótbólti.
Aleksandar Pavlovic er sjúkrameldaður, og má tí geva avboð.
Fyri Aleksandar Pavlovic er komin ein royndur avloysari.
30 ára gamli miðvallarin hjá Borussia Dortmund, Emre Can fær nú høvið at gerast partur av týska EM-hópinum.
Emre Can hevur leikt 43 landsdystir.










