Fótbóltssamband Føroya er komandi vikuna vertur fyri EM-undankappingini hjá U17-gentum, ið verður spæld á Tórsvølli og í Gundadali. Afturat føroysku gentunum luttaka U17-liðini hjá Norra, Slovenia og Aserbadjan.
Í dag er fyrsti leikdagur, og klokkan 13:00 spæla Slovenia og Aserbadjan á Tórsvølli. Føroysku genturnar skulu í eldin klokkan 17:30, tá tær spæla ímóti Norra, somuleiðis á Tórsvølli.
- Líka síðani eg var smágenta, havi eg verið til næstan allar A-landsdystir á Tórsvølli. At eg hesa ferð ikki skal sita í áskoðarafjøldini, men sjálv skal umboða landið og enntá á heimavølli, verður uttan iva spennandi, og eg gleði meg ómetaliga nógv, sigur Hanna D. Olsen úr B36, ið er annar føroyski málverjin.
##med2##
Spælt verður eisini sunnudagin, og seinasta umfarið er mikudagin klokkan 13:00, tá verður spælt bæði í Gundadali og á Tórsvølli. Hósdagin fara liðini av landinum aftur.
- Hetta verður ein stór avbjóðing, men tað eru sovorðnir dystir, ið skulu til, fyri at vit skulu menna okkum sum fótbóltsspælarar. Fyrr í ár spældu vit móti Aserbadjan, og tá var ikki so stórur munur á liðunum, sigur Judith Eilersdóttir Rasmussen, ið dagliga spælur við felagsliðnum AB/B71.
##med3##
Tað er tó ikki bert føroyskir leikarar, ið taka lut í kappingini. Teir báðir føroysku dómararnir Petur Páll Winther og Rani A. Skaalum koma at vera partur av dómaratoyminum kring dystirnar. Tað er ókeypis atgongd til allar dystir, og dystirnir hjá Føroyum verða eisini vístir á Ras 1 hjá Televarpinum.
Skráin:
Hósdagin 17. oktober
13:00 Aserbadjan – Slovenia (Tórsvøllur)
17:30 Noreg – Føroyar (Tórsvøllur)
Sunnudagin 20. oktober
13:00 Noreg – Aserbadjan (Tórsvøllur)
17:30 Slovenia – Føroyar (Tórsvøllur)
Mikudagin 23. oktober
13:00 Føroyar – Aserbadjan (Tórsvøllur)
13:00 Slovenia – Noreg (Gundadalur)