EM-undankappingin: Okkara møta aftur Íslandi

Hini mótstøðuliðini í bólki 4 eru Montenegro og Portugal

Føroysku hondbóltskvinnurnar endaðu í EM-undankappingarbólki saman við Íslandi, Montenegro og Portugal.

 

Føroyar vóru eisini í undankappingarbólki við Íslandi í undanfarnu EM-undankapping, har okkara taptu báðar dystirnar við fýra málum. Aftaná báðar dystirnar var semja um, at Føroyar við eitt sindur av neyvleika kundu fingið stig. 

 

Tvey tey fremstu liðini í bólki 4 vinna seg til EM-endaspælið, ið verður í Kekkia, Póllandi, Turkalandi, Rumenia og Slovakia, dagarnar 3. til 20. desember í 2026.

 

Umframt tvey tey fremstu liðini vinna fýra teir bestu tríararnir í undankappingarbólkunum seg eisini til EM-endaspælið.

 

Undankappingardystirnir vera spældir í hesum tíðarskeiðum: 15. til 19. oktober í 2025. 4. til 8. mars í 2026, og 8. til 12. apríl í 2026. 

 

Samlaða lutakastið:

 

Bólkur 1:

Frakland, Kroatia, Kosovo, Finnland

 

Bólkur 2:

Niðurlond, Sveis, Italia, Bosnia Hersegovina

 

Bólkur 3:

Týskland, Slovenia, Norðurmakedonia, Belgia

 

Bólkur 4:

Montenegro, Ísland, Portugal, FØROYAR

 

Bólkur 5:

Svøríki, Serbia, Ukraina, Litava

 

Bólkur 6:

Spania, Eysturríki, Grikkaland, Ísrael