EM: Svøríki vann bronsu og atgongumerki til OL

Við 19 bjargingum hjá Andreas Palicka og stórspæli hjá Felix Claar eydnaðist tað Svøríki at knógva bronsuna

Aftaná órættvísu dømingina í hálvfinaluni móti Fraklandi, har Svøríki av røttum skuldi vunnið 27-26, men eitt óregluligt fríkast hjá Fraklandi var loyvt, so megnaði Svøríki at reisa seg í EM-bronsudystinum móti Týsklandi í Lanxess Arena í Köln. 

 

Svøríki vann bronsudystin 34-31. Í fyrra hálvleiki var Svøríki greitt betra liðið, og teir vóru á odda 18-12 í steðginum. Spælið haltaði tó meir í seinna hálvleiki, og Týskland megnaði at koma upp á 29-30. Men tá syrgdi Andreas Palicka við nøkrum rimmar bjargingum at Svøríki reið stormin av. Felix Claar staðfesti eisini við átta málum og nógvum uppleggum til mál, at hann er besti svenski leikarin í hesum endaspælinum.

 

Umframt kærkomnu bronsu sleppur Svøríki eisini at kappast í olympiska endaspælinum í París í summar.

 

Klokkan 16.45 byrjar EM-finalan millum Danmark og Frakland.

 

Svøríki - Týskland 34-31 (18-12)

 

Svøríki: Felix Claar 8, Sebastian Karlsson 7, Jonathan Carlsbogard 3, Hampus Wanne 3, Albin Lagergren 3, Jim Gottfridsson 3, Oscar Bergendahl 2, Lukas Sandell 2, Max Darj 1, Lucas Pellas 1, Eric Johansson 1. 

 

Tyskland: Renars Uscins 8, Johannes Golla 4, Lukas Mertens 4, Juri Knorr 3, Julian Koster 3, Philipp Weber 2, Christoph Steinert 2, Timo Kastening 2, Jannik Kohlbacher 2, Kai Hafner 1.