Alvi Hjelm og Signhild Joensen hava bæði tvey sett petsónligt met til EM 2018 í Glasgow í Skotlandi, skrivar svimjing.com. Fríggjadagin setti Alvi Hjelm nýtt persónligt met í 400 m frí, tá hann svam teinin upp á 4:02.29. Hann bleiv nummar 33 av 35.
Leygardagin setti Signhild Joensen eisini nýtt persónligt met, tá hon svam 50 m rygg upp á 29.54. Tað rakk til eitt 31. pláss av 51. Í dag hevur Alvi Hjelm aftur sett nýtt met, tá hann 200 m blandað upp á 2:07.88. Hann er í sterkari kapping, tí tað rakk bara til eitt 31. pláss av 32.
Tríggjar ferðir føroysk luttøka, og tríggjar ferðir persónlig met, er støðumetingini nú tríggir dagar eru avgreiddir. Tey bæði, sum luttaka fyri Føroyar, eru Alvi Hjelm (1996) úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen (2000) úr Ægir.
Teirra luttøka er hendan:
Frí 3/8, 400 frí menn, Alvi 4:06.77 (#38 av 41) – svam 4:02.29 (749 FINA, #33 av 35)
Ley 4/8, 50 rygg kvinnur, Signhild 29.96 (#43 av 53) – svam 29.54 (768 FINA, #31 av 51)
Sun 5/8, 200 blandað menn, Alvi 2:08.41 (#32 av 35) – svam 2:07.88 (708 FINA, #31 av 32)
Mán 6/8, 100 rygg kvinnur, Signhild 1:03.01 (#41 av 53)
Mik 7/8, 200 rygg kvinnur, Signhild 2:14.99 (#28 av 32)
Hós 8/8, 400 blandað menn, Alvi 4:31.50 (#32 av 36)
(Svimjing.com)