Lutakast hevur verið til EM 2021 hjá kvinnum, har føroyska landsliðið skal luttaka. Føroyar komu í bólk saman við Noreg, Wales, Hvítarussland og Norðurírland. Hetta verður mett sum eitt miðal lutakast.
Føroyar var styrkismett í lægsta styrkisbólkinum. Tveir av teimum níggju bólkunum fingu seks lið, har tvey komu í lægsta styrkisbólki. Hetta hevði givið føroyska liðnum tveir dystir eyka, sum vóru ímóti londum við okkara stryki. Soleiðis bleiv ikki, tí Føroyar kom í bólk 3.
Úr næstlægsta styrkisbólkinum kom Norðurírland, sum verður mett sum eitt sterkt lið í tí bólkinum. Síðani komu Hvítarussland og Wales, sum verða mett sum eitt gott lutakast, tá hugsað verður um styrki.
Úr hægsta styrkisbólki komu grannarnir úr Noreg. Her kunnu vit fegnast um stutt ferðina, men her also talan um elituna innan kvinnufótbólt.
Bólkur 3:
1: Noreg
2: Wales
3: Hvítarussland
4: Norðurírland
5: Føroyar