So er millumumfarið í EM-endaspælinum í manshondbólti í Týsklandi avgreitt.
Seinasti dysturin í millumbólki 1 millum týsku vertirnar og Kroatia endaði við einum 30-24 sigri til Kroatia. Týskland var á odda 14-13 í steðginum.
Undan dystinum var longu greitt, at Týskland gjørdist nummar tvey í millumbólkinum, og samstundis greitt, at Kroatia fór at enda á aftasta plássinum.
Fríggjakvøldið klokkan 19.30 spælir Týskland hálvfinalu móti Danmark í Köln. Í somu høll sama dag klokkan 16.45 møtast Frakland og Svøríki í hinari hálvfinaluni.
Týskland - Kroatia 24-30 (14-13)
Týskland : Johannes Golla 4, Sebastian Heymann 4, Rune Dahmke 3, Juri Knorr 3, Julian Koster 2, Renars Uscins 2, Nils Lichtlein 2, Kai Hafner 1, Timo Kastening 1, Jannik Kohlbacher 1, Justus Fischer 1.
Kroatia : Igor Karacic 6, Domagoj Duvnjak 4, Luka Klarica 4, Filip Glavas 3, Mateo Maras 3, Veron Nacinovic 3, Marin Jelinic 2, Mario Sostaric 2, Tomislav Kusan 1, Luka Cindric 1, Lovro Mihic 1.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig | |
1 | Frakland | 5 | 5 | 0 | 0 | 174:154 | 10 | |
2 | Týskland | 5 | 2 | 1 | 2 | 137:137 | 5 | |
3 | Ungarn | 5 | 2 | 0 | 3 | 151:151 | 4 | |
4 | Eysturríki | 5 | 1 | 2 | 2 | 132:138 | 4 | |
5 | Ísland | 5 | 2 | 0 | 3 | 142:152 | 4 | |
6 | Kroatia | 5 | 1 | 1 | 3 | 146:150 | 3 |